top of page
Vársetan 2024
Frá 9. til 21. mai 
- FULLTEKNAÐ

Vársetan 2024 verður sum vant á tremur við bæði gaman og álvara - framløgum, undirhaldi, tónleiki, útferðum, fimleiki og øðrum. 

​

"Um eg kundi kvøði...." - Stanley Samuelsen á vitjan
Við sínum góðu gávum og professionella hugburði hevur Stanley sungið og spælt kring Europa og enntá eisini í USA. Í vár sleppa gestir okkara at uppliva hann bæði til hugnaløturnar á Vaglinum og í dansinum í Klubbanum.

​

Á Vaglinum fara vit at práta við Stanley um lív hansara. Vit fara eisini at tríva í eitt serligt tema í samsvari við endamál okkara um ‘góðalívið uttan

mørk’. Stanley er raktur av Alzheimer’s sjúku, og vit fara at skifta orð um hetta við hann og Merete, konu og lívsfelaga hansara.

​

Látur & Ljómur

Ávaring! Doyggj ikki í látri! Hilmar Jan verður aftur í essinum. Vit sleppa eisini at njóta hús-duo okkara við Kim Hansen og Jóhannusi á Rógvu Joensen. Vit fara at lurta og dansa eftir so frægum tónleikarum sum Amigos (Ólavi Øster, Jógvani Olsen og Jóan Magnusi Danielsen), Stanley Samuelsen (saman við hús-duo okkara) umframt lokalu bólkunum  Black Glitter og Clandestinos.

 

Billede1.png
Billede2.png
Billede3.png
Billede4.png
Picture5.png
Picture6.png
Picture15.png
Picture16.png
WEBSITE LOGO.png
bottom of page