top of page
About Us
Um okkum

Fyritøkan

 

Sólorka varð stovnað í 2015, og fór av álvara undir tænastur sínar í 2016.

 

Virksemi okkara er skipað í tveimum feløgum, sum eru skrásett í Havn og einum, sum hevur heimstað í London. Enska felagið vendir sær til bretska marknaðin fyri skúla- og/ella sportsvitjanir uttanlands, meðan tey bæði føroysku feløgini venda sær til ávikavist føroyska og danska marknaðin. Tað seinna av teimum er skrásett í danska Rejsegarantifonden (nr. 2917). Øll feløgini hava somu føroysku eigararnar.

 

Endamál og hugsjón

​

Sólorka er ‘tín vertur úti í verðini’. Hetta merkir, at heldur enn at senda fólk út í verðina, taka vit móti okkara gestum á staðnum. Við einum starvsfólkahópi, sum tosar føroyskt, spanskt og enskt, kunnu vit soleiðis veita øllum eina heilt serliga tænastu og skapa ein serligan tryggleika.

 

Vit halda, at so mong, sum yvirhøvur tilber, skulu hava møguleikan at hugna sær uttanlands viðhvørt og tá at kenna seg trygg – eisini, um tey hava onkra sjúku, bera okkurt brek ella hava aðrar serligar avbjóðingar.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkum. Serliga merkja vit áhugan frá tykkum, sum ynskja

​

  • at kenna tykkum operationelt trygg – um tit t.d. vilja tryggja tykkum, at tit fáa avtalaðar upplivingar og innihald

​​

  • at kenna tykkum professionelt trygg – eitt nú, um tit hava ábyrgd av einum skúlaflokki, ítróttabólki, bústovni, arbeiðstoymi e.ø.

​​

  • at kenna tykkum persónliga trygg – um tit t.d. bera brek, hava onkra sjúku ella aðra avbjóðing, eru komin eitt sindur til árs, eru málsliga veik ella av aðrari orsøk.

 

Vit halda okkum við øðrum orðum vera rætta valið, tá vitjanin skal vera ómakaleys, góð og trygg, og tá alt bara skal virka.

 

Vit hava eisini kent ein nógv vaksandi áhuga í kjalarvørrinum av farsóttini.

 

Niðanfyri ber til at lesa meira um starvsfólk okkara, serligu trygdarskipanina, høvuðsøkið á Costa Blanca, útferðir og annað.

Picture1.png
Picture2.png
Picture3.png
Picture4.png
WEBSITE LOGO.png
bottom of page