top of page
Stuðul hjá stuðlinum – til avvarðandi, røktarar, lærarar, venjarar o.o.

Her hjá okkum stendur tú ongantíð einsamallur við einum trupulleika, onkrum óvæntaðum tilburði ella einihvørjari aðrari avbjóðing, sama um tú ert lærari, sum varðir av einum skúlaflokki, venjari, sum varðir av einum ítróttaliði, ella fakfólk ella leiðari, sum varðir av onkrum øðrum bólki.

​

Fleiri av gestum okkara, sum hava serligan tørv, vitja saman við stuðli, og summir vitja í onkrum bólki við einum ella fleiri leiðarum. Vit eru altíð til taks at hjálpa. tykkum leiðarum og fakfólkum.

Umframt samband okkara við læknar, sjúkrahús og øll møgulig onnur, hava vit støðugt nógv starvsfólk á staðnum, og flestu teirra tosa føroyskt. Vit hava eisini eina vakttelefon, sum svarar á føroyskum allan sólarringin. Sí meira HER

​

Tað einasta, sum krevst, er at melda til og at møta upp á flogvøllinum. Tænasta okkara er galdandi LÍKA ÚR VÁGUM AFTUR Í VÁGAR.

WEBSITE LOGO.png
bottom of page