top of page
Skál fyri heilsuni
Salud merkir heilsa (sunnheit) á sponskum. Spaniólar siga ‘salud’, tá teir skála. Tá biðja teir um signing yvir teg við at ynskja tær góða heilsu.
Soleiðis ynskja vit eisini at gera í Sólorku. Í samlaðum høpi nevna vit heilsutænastu okkara Sólorka Salud. Hon byggir á tríggjar súlur – sum verða lýstar niðanfyri:
1. Stimbur undir Sólini: Viðlíkahald og styrking av heilsuni
Lívsgleði, veðurlag, kostur, rørsla, venjing o.a.
2. Heilsubót í Feriuhøpi: Hjálp og umsorgan, um illa vil til
Lækna- og sjúkrahúshjálp, røkt, linni, dialysa og aðrar viðgerðir
3. Úr Vágum í Vágar’: Tænasta allan sólarringin
Støðug nærvera, stuðul, hjálp og vegleiðing
bottom of page








