top of page
Viðgerðir

Lítla, men høgt spesialiseraða viðgerð-artoymi okkara hevur hjálpt túsundtals fólkum, sum hava drigist við ymsar pínur, ið eisini plága

nógvar føroyingar.

​

Í Sólorku sleppur tú at kenna hetta á egnum kroppi, samstundis sum

tú ert í feriuhýri. Tað er ein avgerandi partur av viðgerðartilgongd

okkara, at hon ikki fer fram í einum sanatorii-umhvørvi, men meðan

tú heldur feriu sunnanfyri.

​

Oman á tað heila er Sólorka við sponsku Altea-víkina, sum sambært heims-heilsustovninum WHO hevur heilsubesta mikroklima í øllum heiminum. Tað heita og heilsugóða veðurlagið í Sólorku eru hollir hornasteinar í viðgerðini móti gikt, pínu, skaðum og øðrum plágum.

Við hjálp frá viðgerðartoyminum kunnu flestu gestir okkara, sum líða av pínu, fáa linna.

 

Tú kanst venda tær tilokkara fyri at fáa vegleiðing og fyri fáa tíð hjá toyminum. Her fært tú

â–ª privatar viðtalur og gjølligar heilsukanningar hjá kiropraktorum,  fysioterapeutum o.ø.

â–ª kiropraktiskar, fysioterapeutiskar og aðrar viðgerðir av beinagrind, vøddum, vevnaði, bleytvevnaði, nervalagi, liðbondum, spengrum og hinnum

â–ª holla vegleiðing

â–ª framhaldsviðgerð

 

Ger so væl at trýsta á brosjúruna, myndasavnið ella video

Picture22.png
Picture2.png
Picture3.png
WEBSITE LOGO.png
bottom of page