top of page
KARRUSSEL 1
KARRUSSEL 2

Summarferia í Spania

3. - 13. august 2021 (um tað er ráðiligt tá)

Her er ein einastandandi møguleiki at sleppa beinleiðis suður í sólina, nú flogferðslan annars er skerd. Kom við flogfari okkara beinleiðis til Alicante og við bussum til hotel okkara í Albir ella Benidorm.

 

Hendan vitjanin er vælegnað til barnafamiljur eins væl og til einstaklingar, pør ella vinir, sum ynskja at sóla og hugna sær eitt sindur burtur frá børnum.

Benidorm er ein av størstu feriudeplum í Spania. Sandstrendurnar eru framúr og millum tær allarbestu í øllum landinum. Býurin er bert ein góðan hálvan tíma frá flogvøllinum.

Albir er ein eitt sindur friðarligari, men sera hugnaligur feriubýur bert 10 minuttir úr Benidorm og 45 minuttir frá flogvøllinum.

Gevið gætur!
Vitjanin verður bert, um farsóttin - sum væntað - er fjarað burtur. Vit taka endaliga støðu saman við ráðgeva okkara Pál Weihe fýra vikur undan fráferð.

 

Fleiri upplýsingar eru í brosjúruni niðast.

Ger so væl at trýsta á prís-kubban, har
tú sært ymisk prísdømi. 

 

Íroknað er

  • beinleiðis flogferð Vágar-Alicante t/r við mati og seturvali

  • bussflutningur

  • gisting við avtalaðari pensjón ella 'all-inclusive'

  • hjálp og vegleiðing á føroyskum allan sólarringin

  • trygdarskipan okkara Sólorka PLUSS

  • møguleiki at tekna til útferðir á føroyskum fyri lagaligan eykakostnað

Gev gætur, at prísurin er uttan møguliga korona-test.​

Slide1.PNG
IKON til PLUSS-síðuna.png
Albir Garden.png
Agua Azul.png

Ger so væl at trýsta á brosjúruna

IKON - SUMMARFERIA 3 AUG.png
WEBSITE LOGO.png
bottom of page