top of page
Mynd - Vaglið
Staff 3
Appilsinir
Vín
Staff 2
Gran Canaria
Mynd_-_Serligir_tørvir
Sólorka PLUSS - Tryggasta Góðalívið Sunnanfyri

Í heyst fer sólin aftur at skína, og okkara trúgvu gestir koma aftur at vitja okkum. Samstundis sum farsóttin fjarar fullkomiliga burtur, takkað verði koppingarevnum, heiluvági og góðari atferð, ynskja vit at veita tær eina munagóða eykatrygd, bæði heilsuliga og økonomiskt.

Vit eru einasta føroyska felagið, sum tekur ímóti og er um okkara gestir úti í heimi, og vit hava tí ein serligan møguleika at veita hesa eykatænastuna. Við henni leggja vit enn meira afturat tí, vit longu er kend fyri, tá tað snýr seg um • at hjúkla um nærveruna, hjálpina og trygdina á staðanum, og • at røkja økonomisku áhugamál tíni.

Hvat gera vit sum heild fyri at verja heilsu tína?

Teir ymsu tættirnir verða evnaðir til hvørt ferðamálið sær, og teir verða støðugt dagførdir til gagns fyri gestirnar, men teir hava allir hetta til felags:

 

  • Vit hava neyvt samband við okkara egna heilsufakliga ráðgeva

  • Vit eru sjálv á ferðamálinum, meta allatíðina um støðuna her og taka neyðug atlit. Vit fremja bert eina vitjan, um ferðamálið er grønt ella gult

  • Vit virka fyri, at gestir okkara ikki smitta hvønn annan. Vit krevja kanning undan fráferð, um vit meta tað at vera neyðugt

  • Við okkara egnu leiguflogførum*) gera vit sjálva ferðingina so afturlatna, at vandin fyri smittu frá øðrum minkar munandi

  • Vit hava eitt starvsfólkatoymi, sum er um okkara gestir allan solarringin.

  • Vit samstarva bert við nøkur fá úrvald hotel, sum hava neyvar smittuminkandi mannagongdir, og har vit hava persónligt samband við stjórn, leiðarar og starvsfólk. Sama er galdandi fyri bussfeløg.

  • Starvsfólk okkara á staðnum hava hvønn dag neyvt eftirlit við, at hotel, bussar og onnur halda allar ásetingar, sum eru kravdar av myndugleikunum og/ella avtalaðar við okkum

  • Vit bjóða nógv innihald og nógvar útferðir og upplivingar, sum bert eru fyri okkara gestir. Vit endurskoða støðugt okkara skráir, so tær hóska til aktuellu støðuna og galdandi leiðreglur

  • Vit styrkja ta nærveru, hjálp og trygd, sum vit longu plaga at bjóða á staðnum við m.a. tøttum samstarvi við skandinaviskt talandi læknar – í summum førum hava vit enntá egnan føroyskan lækna

  • Skuldi tað óvæntaða hent, at ein ella fleiri gestir noyðast at verða verandi á ferðamálinum longri enn ætlað, eru okkara starvsfólk framvegis um teir

  • Vit samskifta á føroyskum, sponskum og enskum máli, so allir partar skilja hvønn annan neyvt

  • Vit hava støðugt dagførda vitan um lokalar leiðreglur og tryggja, at allir gestir kenna tær

  • Vit hava egna uttandura skrivstovu á staðnum hvønn dag, so vit kunnu avgreiða allar spurningar og ivamál alt fyri eitt

 

*) til Gran Canaria brúka vit tó beinleiðis rutuflúgvingina hjá Atlantsflogi

Sólorka PLUSS hevur soleiðis trý samanfallandi endamál, sum eru:

 

1. At tú kanst vitja sunnanfyri, um tær leingist eftir tí

2. At tú kanst gera hetta ekkaleys/ur, tí vit minka um tann longu fjarandi smittuvandan í øllum liðum í vitjanini – tað veri seg ímillum gestirnar, á ferðini, undir uppihaldinum, á útferðum osfr.

3. At tú somuleiðis ekkaleys/ur kanst bíleggja, tí tú ikki missir tíni inngjøld, skuldi okkurt óvæntað hent

Hvat gera vit eyka undir sólorkusetum og námsvitjanum?

Sólorkuseturnar eru flaggskip okkara. Hetta eru festivalarnir fyri okkara mest tilkomnu gestir, og meðalaldurin er nakað hægri. Vit hava tí valt at gera ymiskt eyka burtur úr trygdini:

  • Vit hava ein eykastóran bólk av starvsfólkum fyri at styrkja nærveruna, hjálpina og trygdina.

  • Vit hava egnan føroyskan lækna og koronuserfrøðing á staðnum og harafturat okkara egna sjúklingakonsulent á sjúkrahúsinum

  • Vit hava eina einastandandi avtalu við resort okkara Albir Garden, sum m.a. ber í sær, at vit hava alt resortið fyri okkum sjálv - kanska við undantøku av onkrum einstøkum landsliði nakrar av døgunum. (Tey hava sínar egnu strongu reglur).

  • Hetta merkir, at vit eru 350 føroyingar á tilsamans 40.000 fermetrum - har tað annars vanliga kunnu gista upp í 1200 fólk.

  • Strongu leiðreglurnar hjá Albir Garden eru undir eftirliti og støðugt eftirmettar av okkara koronuserfrøðingi, og Albir Garden strembar eftir at halda reglur, sum eru strangari enn tær, sum myndugleikarnir krevja

  • Øll starvsfólk hjá bæði Sólorku og Albir Garden eru koppsett.

Hvat kanst tú sjálv/-ur gera fyri at verja teg?

  • Vit mæla til, at tú tosar við lækna tín um heilsustøðu tína, um heilivág og um møguliga koppseting.

  • Tú eigur at tekna viðkomandi ferðatrygging og avlýsingartrygging. Tosa við tryggingarfelag títt um hetta. Gev gætur, at tey føroysku tryggingarfeløgini kunnu hava ymiskar treytir!!

  • Tú eigur altíð at fylgja øllum almennum leiðreglum og teimum boðum og vegleiðingum, tú fært frá okkum ella okkara koronu-ráðgeva

Hvussu verja vit áhugamál og inngjøld tíni?

  • Vit hava eina konservativa fíggjarstýring, har vit ikki blanda saman inngjøld til ymiskar vitjanir

  • Vit samstarva við fáar úrvaldar sterkar samstarvspartar

  • Vit senda bert fakturur, meðan ferðamálið er grønt ella gult, so ferðatrygging ella avlýsingartrygging tín eru galdandi, um tú gerst sjúk/ur undir ferðini ella um tú gerst noydd/ur at avlýsa – eisini um talan er um koronu

  • Harafturat hava vit eina víðkaða ábyrgdartrygging fyri at forða fyri møguligum fíggjarligum avleiðingum fyri okkara gestir, um okkurt óvæntað hendir

WEBSITE LOGO.png
bottom of page