top of page
Mynd_-_Serligir_tørvir
Góðalívið uttan óneyðug mørk
Vitjanir fyri gestir við serligum tørvi og avbjóðingum

Ein grundhugsjón okkara er, at eisini tey, sum hava onkra sjúku, bera okkurt brek ella hava aðrar serligar avbjóðingar, skulu hava møguleika at sleppa suðureftir at taka sær av løttum, um tey ynskja tað. Tørvurin hjá hesum medmenniskjum okkara at sleppa úr gerandisdegnum er ikki minni enn hjá øðrum – í summum førum kanska tvørturímóti.

 

Tí stremba vit eftir at gera alt tað, sum vit eru før fyri, til tess at geva øllum møguleikan at vitja okkum. Ynski okkara er, at allir gestir okkara skulu kenna á sær, at vit byggja okkara tænastu á álit, tryggleika, nærveru og gestablídni.  

Bólkar við serligum tørvi kunnu luttaka á sólorkusetunum ella øðrum vanligum vitjanum, ella vit kunnu skræddaraseyma eina vitjan í samráð við bólkin.

Vit skapa tryggleikan við

- einum starvsfólkatoymi, sum er um okkara gestir 24/7

- brúki av føroyskum  og sponskummáli, so øll skilja okkum

- strongum eftirliti við gistingarhúsum, bussum o.ø.

- tøttum samstarvi við læknar og sjúkrahús

- okkara egnu sjúklingakonsulentum

Vit samstarva eisini við nógv fakfólk, sum kunnu hjálpa gestum við serligum avbjóðingum.

 

Ger so væl at trýsta á brosjúruna, myndasavnið ella viðgerðarmøguleikar niðanfyri.

Billede1.png
Billede2.png
Billede3.png
WEBSITE LOGO.png
bottom of page