COVID-19 í heyst
Fyrst kemur ein frágreiðing um, hvørji átøk, vit fremja til (1) at taka neyðug heilsulig atlit; og (2) at tryggja tað góða innihaldið í vitjanum okkara. Síðani er ein kunning um, hvussu serfrøði, ábyrgdir og avgerðir verða býttar millum myndugleikarnar, Sólorku, læknar og tryggingarfeløg.
1. HEILSULIG OG ØKONOMISK ATLIT
Hóast okkara øki í Spania í løtuni eru minst smittaða økið í øllum Europa, fylgja vit teimum leiðreglum, sum galda givna tíðarskeiðið. Fremsta uppgáva okkara er at veita okkara gestum eitt so trygt og gott uppihald, sum tilber.
Vit skapa Tryggasta Góðalívið Sunnanfyri við umfatandi trygdarskrá okkara Sólorku PLUSS - sí HER
2. INNIHALD
Covid-19 hevur ávirkað lívið kring allan heimin. Soleiðis hevur eisini verið í Spania, her myndugleikarnir støðugt hava fylgt gongdini og sett hóskandi tiltøk í verk, um smittan kyknar lokalt. Nú verða korona-forðingarnar tiknar burtur - ein fyri og onnur eftir. Nú eru at kalla bert munnbindini eftir, men kravið um tey verður væntandi tikið burtur seinni í summar. Vit kunnu ikki taka ábyrgdina, um myndugleikarnir lata onkra leiðreglu ella kravboð vera eftir í heyst, men sannlíkt verða hesi ikki umfatandi.
Kjarnuveitingarnar
Vit kunnu skipa so fyri, at okkara kjarnuveitingar (tær, sum eru roknaðar inn í fasta prísin) verða sera lítið ávirkaðar. Orsøkin er, at vit eru ein felags-bólkur, har vit hava fulla greiðu á, hvørjir allir limirnir eru., har øll koma frá sama smittufría umhvørvi, og har eingin kennir seg sjúkan.
Ískoytisveitingarnar
Vit meta heldur ikki, at hesar tænasturnar (sum goldið verður sjálvboðið fyri á staðnum) verða ávirkaðar munandi. Við teimum tiltøkum, sum bussfeløgini fremja, ber t.d. til at skipa fyri flestu útferðunum, soleiðis sum tær eru ætlaðar. Tað er vanligt, at Sólorka hevur ein bruttohóp av útferðum, haðani vit undir hvørjari vitjan sær velja burturúr. Ivast vit í onkrum einstøkum føri í trygdini, ella er okkurt stað stongt, leggja vit júst tann túrin burtur ímillum. Talið og støðið á útferðum og tiltøkum verður sum vant.
Lívið uttan fyri Sólorku-umhvørvið
Størsta ávirkanin kann verða á vanligt turistsamband millum okkara gestir og spanska umhvørvið uttan fyri Sólorku. Tað kann henda í vetur ella komandi vár, at onkrar leiðreglur framvegis verða galdandi viðvíkjandi stødd á hópum, frástøðu, reinføri, munnbindum og øðrum. Hesar skifta, sum tíðin líðir, men vit vænta ikki, at tær verða truplar at halda.
3. TEY YMSU ÁBYRGDARØKINI
Ábyrgdarøkið hjá myndugleikunum
Tá tað ræður um spurningin, hvørt ein vitjan verður útint ella ikki, heldur Sólorka seg strangt til vegleiðingarnar frá myndugleikunum. Hetta kann t.d. gera seg galdandi, tá vandi er fyri avleiðingum av yvirgangi, kríggi, náttúrurvanlukkum, sjúkum ella øðrum. Vit fylgja myndugleikunum, tí at teir hava betri vitan og serfrøði til at meta um støðuna, og tí at tað kann hava bæði heilsuligar og umfatandi tryggingartekniskar ella aðrar formligar avleiðingar, um vit ikki gera tað. Sólorka brúkar sostatt júst somu skipan sum aðrir ferðasmiðir, ferðaskrivstovur, flogfeløg, tryggingarfeløg og onnur.
Í okkara føri er fremsti myndugleikin danska uttanríkisráðið, sum grundar sínar avgerðir og ráðgeving á tilmæli frá fleiri stovnum, teirra millum Heilsustýrinum og Serumstovninum.
Ábyrgdarøkið hjá Sólorku
Sólorka tekur støðu til, hvussu vit á besta hátt fylgja galdandi leiðreglum og vísa skilagóð atlit, uttan at hetta órógvar upplivingarnar hjá gestunum ov nógv. Hetta gera vit fyri at fáa tað góða lívið, sum eyðkennir okkum, undir so tryggum umstøðum, sum tilber. Í sambandi við Covid-19 gera vit hetta í samstarvi við Pál Weihe, yvirlækna og professara, umframt við spanskar myndugleikar.
Ábyrgdarøkið hjá læknum og tryggingarfeløgum
Í summum førum kunnu gestir, sum hava teknað seg til eina vitjan, ivast í, um teir eru egnaðir til at vitja uttanlands, eitt nú vegna sjúku ella brek. Sólorka kann ikki taka dagar ímillum støðuna hjá okkara ymisku gestum. Í tílíkum høpi er mannagongdin hon, at viðkomandi leitar sær ráð hjá lækna sínum. Metir læknin ikki, at tað er ráðiligt, at viðkomandi vitjar uttanlands, skal hann ella hon tosa við tryggingarfelag sítt um treytirnar fyri avlýsing. Sum kunnugt mæla vit altíð staðiliga til at hava hóskandi ferðatrygging og avlýsingartrygging.
Grundin til, at tað – sum ávíst í viðskiftatreytunum – ikki ber til at fáa goldin gjøld aftur frá Sólorku, um gestir avlýsa, tá farið er út um freistirnar, er, at Sólorka bert ræður yvir einum lítlum brotparti av inngjøldunum. Tey verða rindað ella sett í veð mótvegis flogfeløgum, hotellum, bussfeløgum og øðrum undirveitarum. Eitt nú leigar Sólorka mangan heil flogfør til at flyta sínar gestir við. Hesi hava ein frammanundan avtalaðan kostnað, sum Sólorka heftir fyri.
Støðan er øðrvísi, um myndugleikarnir broyta sínar tilráðingar á ein hátt, sum ger, at tað ikki ber til at útinna vitjanina yvirhøvur. Tá fáa gestir okkara inngjøldini aftur uttan læknaváttan otl.