Várveitslan 2026
verður frá 7. til 19. mai
Várveitslan er ein av klassisku setum okkara við hópin av upplivingum í tí góða veðurlagnum.
Umframt at sóla tykkum og annars taka tykkum av løttum, ber um dagin til at gera fimleik, at ganga vakrar túrar og at koma við á eina ella fleiri av vøkru og áhugaverdu útferðum okkum. Klokkan 18 hittast vit øll at lurta eftir framløgum, samrøðum, undirhaldi og livandi tónleiki og at syngja saman afturvið onkrum góðum úr ókeypis kafé okkara. M.a. hava vit tvey sera spennandi original tema á Vaglinum: 'Eingin er ov gamal til framtíðina' við antroploginum og rithøvnduanum Duritu Holm og persónliga ráðgevanum Jóhannusi á Rógvu Joensen og 'Á hugaferð við Marjuni Lómaklett'.
Hvørt kvøld ber til at dansa í Sólorkuklubbanum undir stjørnuklára himmalinum – hesaferð aftur við livandi tónleiki frá føroysku stjørnubólkunum ‘Amigos’ og ‘Kims Orchestra’ umframt lokalu bólkunum ‘Black Glitter’ og ‘Clandestinos’. Og so er tað Várveitslan, ársins grillparty...
Prísir og fleiri upplýsingar finna tit í brosjúruni.

