top of page
Picture3
Picture1
Picture2
Vársetan 2023
Frá 11. til 23 mai

Vársetan 2023 verður frá 11. til 23. mai, og hon verður sum vant á tremur við framløgum, undirhaldi, tónleiki, útferðum og tiltøkum. 

Matur & Mentan

Hesaferð fara vit at tosa um mat og ta mentan, hann umboðar og er ein partur av. Vit hoyra um høgtíðir og siðvenjur, og vit læra enntá at tosa við mati í munninum.

Hilmar Jan er aftur upp á spæl
Spennið trygdarbeltini. Hóast tað er lívshættisligt – heystgestir okkara mundu doyð í látri – taka vit kjansin aftur í vár. Undirhaldið á vársetuni er aftur í hondunum á Hilmari Jan, so tit hava av álvara (umber orðavalið) nakað at gleða tykkum til.

Rót og Rútma, Hallur og ShamRock
Vit enduruppliva eisini hesa framúrskarandi útvarpssendingina ‘live’. Petur Rouch fer m.a. at fortelja um Hank Williams og Charley Pride, og Hallur & Co. spæla afturvið. 

 

Enn einaferð sleppa vit at njóta framúr góðu tónlistagávurnar hjá Halli, Bedda og Paula og teirra evni at fáa gestirnar í góðan dansihýr.

 

ShamRock fær eisini dansigólvið at kóka við sínum fjølbroytta úrvalið líka frá tí siðbundna írska og skotska fólkatónleikinum við øllum hansara slagarum til bæði Kim Larsen og festligar party-sangir.

 

Picture1.png
Billede2.png
Picture3.png
Picture4.png
Picture5.png
Picture6.png
Picture15.png
Picture16.png
WEBSITE LOGO.png
bottom of page