Vársetan 2024
Frá 9. til 21. mai - FULLTEKNAÐ
Vársetan 2024 verður sum vant á tremur við bæði gaman og álvara - framløgum, undirhaldi, tónleiki, útferðum, fimleiki og øðrum.
"Um eg kundi kvøði...." - Stanley Samuelsen á vitjan
Við sínum góðu gávum og professionella hugburði hevur Stanley sungið og spælt kring Europa og enntá eisini í USA. Í vár sleppa gestir okkara at uppliva hann bæði til hugnaløturnar á Vaglinum og í dansinum í Klubbanum.
Á Vaglinum fara vit at práta við Stanley um lív hansara. Vit fara eisini at tríva í eitt serligt tema í samsvari við endamál okkara um ‘góðalívið uttan
mørk’. Stanley er raktur av Alzheimer’s sjúku, og vit fara at skifta orð um hetta við hann og Merete, konu og lívsfelaga hansara.
Látur & Ljómur
Ávaring! Doyggj ikki í látri! Hilmar Jan verður aftur í essinum. Vit sleppa eisini at njóta hús-duo okkara við Kim Hansen og Jóhannusi á Rógvu Joensen. Vit fara at lurta og dansa eftir so frægum tónleikarum sum Amigos (Ólavi Øster, Jógvani Olsen og Jóan Magnusi Danielsen), Stanley Samuelsen (saman við hús-duo okkara) umframt lokalu bólkunum Black Glitter og Clandestinos.