Eitt sindur um

Sólorku



Endamál
Sólorka er ein sonevnd in-coming fyritøka úti í heimi. Hetta merkir, at heldur enn at senda fólk í í verðina, taka vit móti okkara gestum á staðnum. Hetta gevur okkum møguleika at veita øllum eina heilt serliga tænastu og at skapa ein serligan tryggleika.

Hugsjón
Vit halda, at so mong sum yvirhøvur tilber skulu hava møguleikan at hugna sær uttanlands viðhvørt og tá at kenna seg trygg – eisini um tey hava onkra sjúku, bera okkurt brek ella hava aðrar serligar avbjóðingar. Ynski okkara er, at gestir okkara skulu kenna á sær, at vit byggja okkara tænastu á trý kjarnuvirði, sum eru álit, nærvera og gestablídni.
Tænastur
Sólorka er mestur best kend fyri sonevndu sólorkuseturnar á Costa Blanca á hvørjum vári og heysti. Hendan tænastan vendir sær næstan burturav til føroyska marknaðin. Harafturat fevnir høvuðsvirksemið um námsvitjanir og ítróttavitjanir (venjingarlegur, kappingar otl.), har nógvir gestir eisini koma úr Bretlandi og úr Danmark. Harafturat skræddaraseyma vit hópin av vitjanum til bólkar við serligum áhugamálum ella tørvum.

Marknaðir
Tilboð til føroyska marknaðin: Trýst HER
Tilboð til bretska marknaðin: Trýst HER
Tilboð til danska marknaðin: Trýst HER

Fyritøkan
Virksemi okkara er skipað í tveimum feløgum, sum eru skrásett í Havn og einum, sum hevur heimstað í London. Enska felagið vendir sær til bretska marknaðin fyri skúla- og/ella sportsvitjanir uttanlands, meðan tey bæði føroysku feløgini venda sær til ávikavist føroyska og danska marknaðin. Tað seinna av teimum er skrásett í danska Rejsegarantifonden (nr. 2917). Øll feløgini hava somu føroysku eigararnar.

Føroyar:Tróndargøta 8, FO-100 Tórshavn, Tel. +298 221090
Spania:Conde de Altea 48, 3izq, 03590 Altea (Alicante)
Bretland:Ensign House, Battersea Reach, Juniper Drive, London SW18 1TA,UK
DanmarkKilen 40, DK-6200 Aabenraa, Denmark, Tel. +45 88445599

Tel. +298 221090 – Teldupostur: solorka@solorka.com

Sólorku-

leiðslan


TRÓNDUR DJURHUUS, stovnari og stjóri trondur@solorka.com
Føddur í 1958. Útbúgvin journalistur við støðisútbúgving í samfelagsfrøði og altjóða menningarvísindum. Drúgvar leiðsluroyndir úr miðla- og televinnuni umframt hollar royndir innan nýmenning.
UNN HILDUBERG, stovnari og tænastuleiðari unn@solorka.com
Fødd í 1969. Útbúgvin innan bæði skrivstovu- og hotelvirksemi. Harafturat merkonom í altjóða sølu og marknaðarføring. Drúgvar leiðsluroyndir úr hotelvinnuni.
---
Unn og Tróndur búgva í spanska miðjarahavsbýnum Altea.