top of page
Karrusel 2
VÁRWEB 3
Karrusel 1

Sólorkuseturnar

Í mai og september/oktober 

Sólorkuseturnar á Costa Blanca eru klassikarar okkara – ella okkara flaggskip, um tú vilt. Tær eru snikkaðar til føroysku fólkasálina burturav og eindømi í øllum heiminum.

 

Á hvørjum vári og heysti taka vit móti hópin av gestum beinleiðis úr Vágum til Alicante, og sum vant við okkara egnu leiguflogførum.

 

Saman hugna og stuttleika vit okkum í tí góða veðurlagnum við fimleiki, framløgum, undirhaldi, sangi, tónleiki, dansi, útferðum og mongum øðrum.

 

Á Vaglinum hava vit hvørt kvøld kl. 18 ókeypis barr og kafé. Vit hava spennandi og stuttlig framsøgufólk og fyrstafloks tónleikarar, bæði føroyskar, spanskar og aðrar. Hvørt kvøld hava vit eisini livandi tónleik og dans í uttanduraklubba okkara.

 

Av tí at nógvum eldri føroyingum dámar væl at vitja seturnar, hava vit ein stóran starvsfólkahóp og eisini okkara egna føroyska lækna.

WEBSITE LOGO.png
bottom of page