top of page
Stórbæra og heilsugóða Costa Blanca

Sólorkuumhvørvið er við ta fantastisku Altea-víkina við vøkru býunum Altea og Albir, ið eru sum gjørdir til at geva tær ta bestu, mest spennandi og samstundis hvílandi upplivingina.

 

Sambært heimsheilsustovninum, WHO, er hendan víkin við hennara serliga mikro-veðurlagi eisini eitt av heilsubestu økjunum í øllum heiminum.

 

So títt og knapt, tú vaknar á morgni, kennir tú ta serligu orkuna frá bæði

sólini og kringumstøðunum. Hetta ger at, Altea-víkin er perfekta umhvørvið til at vera virkin eins væl og at taka sær av løttum.

 

Her kanst tú eisini njóta vakurleikan í tí vælvarda og –hildna gamla býnum Altea.

 

Ein busstúr norðanfyri okkum finnur tú stórbæra og spennandi ríkispartahøvuðsstað okkara, Valencia, sum eru triðistørsti býurin í Spania, og skamt sunnan fyri okkum hava vit provinshøvuðsstaðin Alicante.

Playa del l'Albir
Vøkru Altea og Albir
Spennandi Valencia og Alicante
WEBSITE LOGO.png
bottom of page