Námslegurnar

2020

 
Áhugin fyri námslegunum er stórur og støðugt vaksandi. Tí taka vit í vár móti tveimum fullum airbussum av skúlanæmingum í ymsum aldri.

Fyrra legan er frá 23. til 30. apríl og
Seinna legan er frá 30. apríl til 7. mai.

Við í grundpakkanum er:
  • beinleiðis flúgving millum Vágar og Alicante t/r.
  • okkara egnu bussar millum flogvøllin og Sólorku.
  • gisting í trímans- ella fýramanskømrum á Albir Garden Resort (www.albirgardenresort.com)
  • tríggjar máltíðir um dagin – morgundrekka, miðmála (matpakka) og døgurða íroknað vatn
  • ókeypis atgongd til vatnlandið og uttandura svimjihyljar, venjingarhølið, spøl o.a.
  • felagsskrá og hugnaløtur um kvøldarnar (við professionellari útgerð hjá spf. LjóðTøkni)
  • legusamskipari, hjálparfólk og vegleiðing frá Sólorku hvønn dag 24/7
Felagstiltøk - trýst her Útferðir - trýst her Video - trýst her Brosjúra - trýst her