About Us
Soleiðis ansa vit eftir tær og hvørjum øðrum
Koronutilbúgving okkara fyri 2022 (Kan prentast HER)
Hvat gera vit altíð fyri trygdina?
-
Vit hava nógv starvsfólk, sum eru um okkara gestir
-
Vit hava tætt samstarv við sjúkrahús, heilsustarvsfólk og ráðgevar, sum tosa føroyskt ella skandinaviskt
-
Undir serligu sólorkusetunum hava vit altíð okkara egna føroyska lækna
Hvat gera vit fyri at avmarka smittuvandan?
-
Allir gestir okkara eru skrásettir sum ein bólkur
-
Bert okkara gestir eru við leiguflogførum okkara (til Gran Canaria verður tó ferðast við rutuflogfari)
-
Vit hava hópin av útferðum, innihaldi og undirhaldi, sum bert er fyri okkara gestir
-
Vit stremba eftir at avmarka samveruna við aðrar gestir á hotellum okkara
-
Vit taka okkum rætt til at krevja negativa koronutest
-
Vit kunnu krevja koronupass – tó bert, um sponsku myndugleikarnir gera tað
-
Vit fylgja øllum leiðreglum frá koronuráðgeva okkara og frá myndugleikunum
Hvat kanst tú sjálv/-ur gera?
-
Fylg vegleiðingunum frá koronoráðgeva okkara, myndugleikunum o.ø.
-
Hav gott reinføri, brúka handspritt, halt frástøðu otl.
-
Koronoráðgevi okkara mælir staðiliga øllum til at verða fult koppsett. Hetta minkar munandi um vandan fyri at gerast álvarsliga sjúk/-ur.
-
Tekna best hóskandi avlýsingar- og ferðatrygging hjá tínum tryggingarfelag.
Hvussu hjálpa vit tær, um tú mást í sóttarhald? *)
-
Vit eru framvegis um teg - eisini um tú noyðist at vera longri enn ætlað
-
Tú fært mat og reingerð umframt aðrar tænastur eftir tørvi
Hvussu hjálpa vit tær, um tú verður smittað/-ur? *)
-
Tú kemur sjálvvirkandi inn í eina læknaskipan
-
Eitt heilsustarvsfólk tosar við teg hvønn dag fyri at fylgja støðuni
-
Tú fært alla neyðuga útgerð – herundir heilivág, feburmátara o.a.
-
Um illa vil til, er vælútgjørda sjúkrahús okkara bert 10 minuttir við bili frá Sólorku. Vit hava sjúklingaráðgevar á sjúkrahúsinum.
*) Útreiðslur í sambandi við sjúku og sóttarhald mugu avgreiðast við tryggingarfelag títt. Minst til at kanna tínar tryggingar undan fráferð!