![]() | ![]() |
---|
Golf og Gourmet
Ven og spæl golf saman við meistaranum á framsúrskarandi vøllum
Beinleiðis úr Vágum 6.mai og heim aftur 13. mai 2021
Hetta er eitt einastandandi høvi hjá bæði royndum og óroyndum spælarum eins væl og teirra “golfeinkjum” ella "-einkjumonnum" at njóta tað søta golflívið uttan at gjalda tann prísin, sum er galdandi aðrastaðni.
Tú sleppur at venja hjá einum av teimum heilt góðu sponsku golfspælarunum, Miguel Torres (við handikappi O, sum vera man), og onkran dystin sleppur tú eisini at spæla saman við honum.
Tú fært atgongd til frálíkar og náttúruvakrar golfvøllir, m.a. Villaitana skamt frá okkum, sum eingin minni enn heimsins besti golfspælari gjøgnum árini, Jack Nicklaus, hevur evnað til.
Vit hava sjálvandi eitt driving range í grannalagnum. Her kanst tú svinga stavinum, so nógv, tær lystir.
Møguleiki er eisini fyri stuttligum og hugnaligum “after-golf” og ymsum aktivitetum fyri “golf-einkJurnar” ella “-einkjumenninar”, so tey heilt gloyma makarnar.
Vit skipa fyri stuttligum sponskum kokkaskeiði og vøkrum útferðum.
Íroknað verður:
•beinleiðis flogferð við okkara leiguflogfari v/ mati og seturvali
•bussflutningur millum Alicante og Sólorku
•gisting í 7 nætur við morgundrekka
•stuttligt kokkaskeið og onnur sosial tiltøk
•hjálp á staðnum
•Golfpakki
•o.a.
Prísurin kemur í næstum, men tað ber longu nú til at boða frá áhuga.
Sólorka PLUSS - Tryggasta góðalív sunnanfyri
Hetta tilboðið er partur av høvuðskonsepti okkara við hesum heitinum. Tú kanst lesa meira um konseptið HER