JÓLAKARRUSEL 2
JÓLAKARRUSELL 1
Feliz Navidád - Jól í Granada
Ógloymandi jólavitjan í einar 10 dagar – beinleiðis úr Vágum

Hetta er eitt einastandandi og spennandi høvi at vitja søguríka og vakra andalusiska býin við Alhambra, heimsins kendasta skansa. Hetta er ein jólaferia í góðum veðri við mauriskari søgu, mentan, útferðum, góðum mati og einum ógloymandi jólaaftan.

 

Vit skipa fyri tveimum heilt serligum dagtúrum. Ein er til bergtakandi fjallabýin Ronda. Hin er til Cordoba, sum í maurisku tíðini var ein hin fremsti býurin í Evropa innan list, vísindi o.m.a. 

 

Andalucía er kent fyri bæði síni arabisku eyðkenni og sum bráðpanna fyri nógvar mentanir, sivilisatiónir og átrúnaðir. Her stóð vøggan hjá flamenco, og her finna vit enn tann dag í dag arabiskar baðstovur. Stórfingni mauriski skansin, Alhambra, er ein hin gitnasti í heimssøguni. Granada hevur eina sera spennandi og vakra gamla kjarnu, sum osar av søgu, mentan og handilslívi.

Íroknað er

  • beinleiðis flogferð millum Vágar og Granada við mati og seturvali

  • bussur millum floghavnina og hotellið

  • gisting við morgundrekka

  • sosial tiltøk

  • hjálp á staðnum (á føroyskum)

   +

  • Stórfingin jólaaftan við góðum mati og hugnaligum, hátíðarligum og spennandi tiltøkum!

Møguleiki er at tekna til útferðir á føroyskum fyri lagaligan eykakostnað.

guleiki er eisini til at tekna til mini-skíferiu fyri eykakostnað​​

Sólorka PLUSS - Tryggasta góðalív sunnanfyri

Tænastur okkara í Granada eru partur av høvuðskonsepti okkara við hesum heitinum. Tú kanst lesa meira um konseptið HER

Jólaaftan

 

bjóða vit tær og tínum til eitt jólahald, sum tit seint munnu gloyma. Her njóta vit tað besta av bæði sponskum og føroyskum jólaupplivingum. Vit kunnu m.a. nevna

  • Spanska jólakonsert við føroyskari jólaandakt og sálmum

  • Flamencoframførslu

  • Hugnaligt borðhald við dunnu og øllum góðum afturvið

  • Livandi tónleik og stuttligt undirhald

  • Eina lítla jólagávu til øll umframt mandlugávur til tey hepnu

  • Og at enda hugna og dans

Við møguleika fyri skídøgum í Sierra Nevada

Omaná tað heila verður eisini møguligt hjá teimum, sum hava hug, at standa á skíum nakrar dagar í kenda skístaðnum Sierra Nevada í 3000 metra hædd.

Ger so væl at trýsta á brosjúruna

01-JÓL Í GRANADA-2021.png

FAROE ISLANDS (PARENT COMPANY)

Sólorka Spf.

Tróndargøta 8, F0-100 Tórshavn, Faroe Islands

Email: solorka@solorka.com


SPAIN

Avenida La Nucía 63, casa 16

03590 Altea (Alicante)

SÓLORKA / CROSSBORDER - UNITED KINGDOM

Queries & booking
Unn Hilduberg, Head of Services,
Email: unn@solorka.com

Premier Sports Holidays Ltd.

Unit A, Ensign House, Battersea Reach,

Juniper Drive, London SW18 1TA, UK
Company Number: 10990009 England/Wales

SÓLORKA / CROSSBORDER - DENMARK

Queries & booking:

Martin Dirch Brodersen, Tour-Consultant 

Email: martin@crossborder.dk
Tel: +45 53632809

Sólorka Europe Spf.
Company Number: 5617 (Faroe Islands)

Rejsegarantifonden reg.nr.2917