Tónleikur, undirhald og hugni í góðum hondum
Javna-fiesta frá 22. apríl til 1. mai 2025
Vitjanin er fyri gestir við serligum tørvi – eitt nú menningartarni, autismu ella aðrari avbjóðing – og fyri alla familjuna og avvarðandi umframt stovnar, felagsskapir o.o. Limaskapur í Javna er ikki eitt krav.
Vit fáa Rógva í fullum útblástri við bæði gykli, undirhaldi og ítrivi. Kim Hansen og Eyðun Nolsøe hava smáar konsetir fyri okkum, og teir spæla til dans um kvøldið eins og lokalir bólkar við suðurlendskum rútmum. Gissur leggur plátur á okkurt kvøldið eins og hann seinnapartar eisini hugnar um við bingo og øðrum aktivitetum.
Hvønn dag hava vit stuttligar rørslur. Onkran dag hava vit skemtilig danskiskeið, og onkran annan dag venja vit sang.
Ein dag fara vit at hava appilsin-party. Fyrst fara vit út í plantasjuna hjá Paolu og Vicent at henta appilsinirnar og at pressa heimsins besta djús. So fara vit heim at halda party, har vit pressa og drekka meira djús, syngja og dansa appilsindans og annað, sum hoyrir til eitt appilsin-party.
Vit fara eisini bara at njóta veðrið og gangar onkran túr. Tað ber til at koma við á onkra útferð – ett nú til fjallabygdina Guadalest ella at vitja djóragarðin.
Sí brosjúna við at trýsta HER ella á myndina.
Tað ber til at fáa meira at vita og at tekna til hjá JAVNA umvegis skriv@javni.fo ella tlf. nr. 208090