![]() | ![]() | ![]() |
---|
Venjingarlegur, kappingar o.a.
Í samstarvi við ítróttaøki, spanskar venjarar og aðrar samstarvsfelagar bjóða vit
• venjingarlegur og talentmenning
• kappingar
• toymismenning
• skeið, fundir og ráðstevnur
• aðrar viðkomandi upplivingar
Uttan mun til, um tit koma fyri at venja, kappast, styrkja tykkara felagsskap ella av aðrari orsøk, veita vit tykkum heilar loysnir. Tit kunnu soleiðis hugsavna tykkum um tað, sum tit brenna fyri, meðan vit orna restina.
Vit hava havt ta fragd at vera vertur hjá nógvum góðum og navnframum ítróttafeløgum, hvørs ummæli og afturvendandi vitjanir hava eggjað okkum - sí nøkur teirra HER. Vit kunnu takka fleiri ymiskum faktorum fyri hetta - teirra millum:
• framúr professionellum og nærlagdum samstarvspørtum
• stoltum sponskum traditiónum innan flestu ítróttagreinir
• fyrstafloks ítróttafasilitetum í bergtakandi umstøðum
• og sjálvandi: besta heilársveðurlagnum í øllum Europa
Niðanfyri er ein brosjúra. Tit kunnu eisini leita tykkum upplýsingar um tær ymsu ítróttagreinirnar, hallir og vøllir, gisting, aðrar gestir o.a. Sí eisini árskalendaran fyri flúgving okkara HER