top of page
Picture3
HEYSTSETAN KARRUSELL
KARRUSELL 2
KARRUSELL 3
Heystsetan 2024
Frá 3. til 15. oktober - FULLTEKNAÐ

Heystsetan 2024 verður frá 3. til 15. oktober, og hon verður sum vant á tremur við framløgum, undirhaldi, tónleiki, útferðum og tiltøkum. 

Millum annað hava vit eitt heilt serligt og spennandi tema á skránni. Í frásagnum, upplivingum, máltíðum, sangi og tónleiki uppliva vit saman við einum fiskimanni, sum nú er reiðari, einum kongi, sum harafturat er sangari, einum matáhugaðum fólkalívsfrøðingi, einum matglaðum fiskasølumanni umframt einum sponskum og einum italskum kokki, at

Spania í meira enn eina øld hevur verið ein hin størsti marknaðurin fyri føroyskan saltfisk.

 

Tónleikurin og undirhaldið eru eisini sum altíð fyrstafloks. Hilmar Jan fer enn einaferð at dirigera látrinum, og tónleikin fáa vit frá so framúr góðum bólkum sum Amigos, Halli & Co., Danny and the Veetos Trio, Clandestinos og øðrum. Ger so væl at trýsta á kubbarnar niðanfyri.

Picture1.png
Picture2.png
Picture5.png
Picture3.png
Picture5.png
Picture16.png
Picture15.png
WEBSITE LOGO.png
bottom of page