Heystsetan 2026
verður frá mikudegnum 30. september til týsdagin 13. oktober - tvs. í 13 nætur.
Í heyst fráa vit Frændur á vitjan, nú 40 ár er liðin, síðan pláta teirra 'Frændur 2' av álvara meislaði navn teirra inn í tónleikasøguna. Á skránni hava vit eisini spennandi evnið 'Eingin er ov gamal til framtíðina!' við Duritu Holm og Jóhannusi á Rógvu Joensen.
Heystsetanin er annars ein av klassisku setum okkara við hópin av upplivingum í tí góða veðurlagnum. Umframt at sóla tykkum og annars taka tykkum av løttum, ber um dagin til at gera fimleik, at ganga vakrar túrar og at koma við á eina ella fleiri av vøkru og áhugaverdu útferðum okkara. Klokkan 18 hittast vit øll at lurta eftir framløgum, samrøðum, undirhaldi og livandi tónleiki og at syngja saman afturvið onkrum góðum úr ókeypis kafé okkara. Hvørt kvøld ber til at dansa í Sólorkuklubbanum undir stjørnuklára himmalinum. Sí meira við at trýsta á myndina

