KARRUSSEL 1
KARRUSSEL 2

Heystferia í Spania

12. - 19. oktober 2021

Her er ein einastandandi møguleiki at sleppa beinleiðis suður í sólina, nú flogferðslan annars er skerd. Kom við flogfari okkara til Alicante og við bussum til hotel okkara í Albir ella Benidorm.

 

Hendan vitjanin er vælegnað til barnafamiljur eins væl og til einstaklingar, pør ella vinir, sum ynskja at sóla og hugna sær eitt sindur burtur frá børnum.

Benidorm er ein av størstu feriudeplum í Spania. Sandstrendurnar eru framúr og millum tær allarbestu í øllum landinum. Býurin er bert ein góðan hálvan tíma frá flogvøllinum.

Albir er ein eitt sindur friðarligari, men sera hugnaligur feriubýur bert 10 minuttir úr Benidorm og 45 minuttir frá flogvøllinum.

 

Fleiri upplýsingar eru í brosjúruni niðast.

Ger so væl at trýsta á prís-kubban, har
tú sært ymisk prísdømi. 

 

Íroknað er

  • beinleiðis flogferð Vágar-Alicante t/r við mati og seturvali

  • bussflutningur

  • gisting við avtalaðari pensjón ella 'all-inclusive'

  • hjálp og vegleiðing á føroyskum allan sólarringin

  • trygdarskipan okkara Sólorka PLUSS

  • møguleiki at tekna til útferðir á føroyskum fyri lagaligan eykakostnað

Gev gætur, at prísurin er uttan møguliga korona-test.​

Ger so væl at trýsta á brosjúruna