top of page
GC 3
Góðalív á Gran Canaria í februar 2024
 

8- ella 15-daga vitjan við beinleiðis flúgving úr Vágum 5. februar

Í februar 2024 ber til at fáa eina tiltrongda orkuinnspræning móti tí myrka vetrinum. Tá kanst tú aftur vitja okkum á Gran Canaria..

Umframt at taka okkum av løttum fara vit á »oyðimarkarferð«, at ferðast við kavbáti niður á 20 metra dýpi, á jeep-safari burt frá alfaravegi, at eta í

einum helli og vitja holubúgvar, rom-brennarar og húsini hjá Kolumbusi fyri

ikki at tosa um nakað so serstakt sum eina kaffiplantasju. Vit njóta taðfrálíka veðurlagið, vakurleikan og tann góða matin – og fram um alt tað góða selskapið. Vit hugna okkum, spáka, syngja og dansa.

Talan er um eina 8 daga ella eina 15 daga-vitjan við fráferð úr Vágum 5. februar. Prísirnir verða kunngjørdir fyrsta dagin.

WEBSITE LOGO.png
bottom of page