Vitjan í Granada í 2022
Minnilig vitjan beinleiðis úr Vágum . Til dømis: Nýggjár í Granada frá 27. des. 2022 til 4. jan 2023
Hetta er ein spennandi vitjan í søguríka og vakra andalusiska býnum við Alhambra, heimsins kendasta skansa. Ein vitjan við søgu, mentan, útferðum, góðum mati og einum ógloymandi stjørnukvøldi – og enntá høvi hjá áhugaðum at standa á skíðum, um talan verður um hóskandi tíðarskeið (t.d. á nýggjárinum).
Andalusia er kent fyri bæði síni arabisku eyðkenni og sum bráðpanna fyri nógvar mentanir, sivilisatiónir og átrúnaðir. Her stóð vøggan hjá flamenco, og her finna vit enn tann dag í dag arabiskar baðstovur.
Granada hevur eina sera spennandi og vakra gamla kjarnu, sum osar av søgu, mentan og handilslívi – sí HER. Vit gera ein felags túr gjøgnum býin – sí HER.
Søguliga eru vit í góðum hondum. Frásøgufólk okkara er Gisleyg Holm Merkelsen, sum er cand.mag. í søgu og sponskum– sí HER.
Niðanfyri kanst tú – við at trýsta á viðkomandi kubbar - kunna teg um alt, sum hevur tín áhuga. Har finnur tú millum annað:
-
Brosjúruna við øllum viðkomandi upplýsing
-
Upplýsing um hotel okkara, og
-
Prísir, bilegging og kalendara
Tú kanst eisini trýsta teg fram á kunning um, hvørjar serligar upplivingar, tú sjálvboðin kanst melda teg til:
-
Fantastiskir skíðdagar uppi í kenda skíðstaðnum í kavakløddu Sierra Nevada, um tíðarskeiðið hóskar
-
Eitt heilt serligt gallakvøld í vøkrum og søguligum umhvørvi
-
Eina einastandandi uppliving við tí krystalklára kvøldarhimlinum við túsundtals stjørnum
-
Dagstúrur í søguliga Córdoba, sum einaferð var týdningarmesti býurin í øllum Europa
-
Vitjan í bergtakandi Ronda, har vit á vegnum støðga á við kaviarframleiðsluna í Riofrío