JÓLAKARRUSEL 2
JÓLAKARRUSELL 1
Jól í Andalusia
Ógloymandi jólavitjan – beinleiðis úr Vágum

Hetta er eitt einastandandi og spennandi høvi at vitja søguríka og vakra andalusiska býin Granada við Alhambra, heimsins kendasta skansa. Hetta er ein jólaferia í góðum veðri við mauriskari søgu, mentan, útferðum, góðum mati og einum ógloymandi jólaaftan.

 

Vit skipa fyri tveimum heilt serligum dagtúrum. Ein er til bergtakandi fjallabýin Ronda. Hin er til Cordoba, sum í maurisku tíðini var ein hin fremsti býurin í Evropa innan list, vísindi o.m.a. 

 

Andalusia er kent fyri bæði síni arabisku eyðkenni og sum bráðpanna fyri nógvar mentanir, sivilisatiónir og átrúnaðir. Her stóð vøggan hjá flamenco, og her finna vit enn tann dag í dag arabiskar baðstovur. Stórfingni mauriski skansin, Alhambra, er ein hin gitnasti í heimssøguni. Granada hevur eina sera spennandi og vakra gamla kjarnu, sum osar av søgu, mentan og handilslívi.

Prísirnir koma í næstum, men tað ber longu til at boða frá áhuga. Íroknað verður

  • beinleiðis flogferð millum Vágar og Granada við mati og seturvali

  • bussur millum floghavnina og hotellið

  • gisting við morgundrekka

  • sosial tiltøk

  • hjálp á staðnum (á føroyskum)

Møguleiki er at tekna til útferðir á føroyskum umframt ein hugnaligan felags jólaaftan fyri lagaligan eykakostnað.

guleiki er eisini at tekna til eina mini-skíðferiu fyri eykakostnað​​

Jólaaftan

 

Tey, ið hava hug, kunnu tekna seg til ein felags jólaaftan við spanskari jólakonsert, flamencoframførslu, føroyskari andakt og hugnaligum borðhaldi við góðum jólamati.

BROSJÚRU-IKON-v2.png

Ger so væl at trýsta á brosjúruna

FAROE ISLANDS (PARENT COMPANY)

Sólorka Spf.

Tróndargøta 8, F0-100 Tórshavn, Faroe Islands

Email: solorka@solorka.com


SPAIN

Avenida La Nucía 63, casa 16

03590 Altea (Alicante)

SÓLORKA / CROSSBORDER - UNITED KINGDOM

Queries & booking
Unn Hilduberg, Head of Services,
Email: unn@solorka.com

Premier Sports Holidays Ltd.

Unit A, Ensign House, Battersea Reach,

Juniper Drive, London SW18 1TA, UK
Company Number: 10990009 England/Wales

SÓLORKA / CROSSBORDER - DENMARK

Queries & booking:

Martin Dirch Brodersen, Tour-Consultant 

Email: martin@crossborder.dk
Tel: +45 53632809

Sólorka Europe Spf.
Company Number: 5617 (Faroe Islands)

Rejsegarantifonden reg.nr.2917