![]() |
---|
Páskir 2021 á Gran Canaria
Hetta er ein frálíkur møguleiki at halda páskaferiuna og samstundis at sleppa suðuraftur í sólini við tryggum og góðum sólorkutænastum á staðnum.
Umframt at taka okkum av løttum fara vit á »oyðimarkarferð«, ferðast við kavbáti niður á 20 metra dýpi, fara á jeep-safari burt frá alfaravegi, eta í einum helli og vitja holubúgvar, rom-brennarar, húsini hjá Kolumbusi o.m.a.
Vit njóta tað frálíka veðurlagið, vakurleikan og tann góða matin – og fram um alt tað góða selskapið. Vit hugna okkum, spáka, syngja og dansa.
Keyp ferðaseðilin frá Atlantic og restina frá okkum
Tá talan er um flogferðir suðureftir í sambandi við høgtíðir, hevur Atlantsflog tann politikk, at tú keypir flogferðina beinleiðis frá teimum. Keyp tí ferðseðilin á ella ring til tlf 341000. Restina bíleggur tú sum vant frá okkum. Tú sært hotel og prísir okkara HER
Ger so væl at trýsta á brosjúruna, myndasavnið og videobrotið.
Sólorka PLUSS - Tryggasta góðalív sunnanfyri
Tænastur okkara á Gran Canaria eru partur av høvuðskonsepti okkara við hesum heitinum. Tú kanst lesa meira um konseptið HER
Íroknað er
• bussur millum floghavnina í Las Palmas og hotellið í Playa del Inglés,
• gisting
• ½-pensjón,
• nøkur sosial tiltøk
• hjálp á staðnum á føroyskum allan sólarringin
• møguleiki at tekna til útferðir á føroyskum fyri lagaligan eykakostnað
Gev gætur, at prísurin er uttan flúgving og evt. koronatest!